Erie (Pennsylvania)omm4 J93eis Aa1oietmoamfw.v
Erie
Erie (Ensk úttala: /ˈɪəri/) er ein amerikanskur býur í útnyrðingsparti av Pennsylvania. Býurin liggur fram við Erievatni.
Erie liggur miðskeiðs millum býnum Cleveland (í ein útsynning) og Buffalo (í ein landnyrðing). Sunnanfyri Erie, í útsynningsparti av Pennsylvania, er Pittsburgh.
Í 2018 búðu í Erie 96.471 fólk og hervið er hann fjórðstørsti býur í Pennsylvania (næst eftir Philadelphia, Pittsburgh og Allentown).[1]
Býurin var grundlagdur í 1795 og er uppkallaður eftir Erievatni og upprunafólki erie, sum búði í 17. øld á sunnaru síðu av vatni.
Ávísingar úteftir[rætta | rætta wikitekst]
- Heimasíða, cityof.erie.pa.us
Coordinates: 42°6′51″N 80°4′33″W / 42.11417°N 80.07583°W
Keldur[rætta | rætta wikitekst]
- ↑ Population and Housing Unit Estimates - City and Town Population Totals: 2010-2018 - Pennsylvania - Erie city, Pennsylvania, census.gov